Uttanlands

Forða Biden í at seta vinnulívinum koppsetingarkrav

Demokratiski flokkurin tapti atkvøðugreiðslu í senatinum í nátt

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-12-09 08:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Senatið í amerikansku kongressini samtykti í nátt eitt lógaruppskot, ið forðar fyri einum umfatandi koppsetingarkravi frá Joe Biden, forseta.

Biden kom við hesum kravinum í heyst.

Fyritøkur við yvir 100 fólkum í starvi skuldu krevja, at starvsfólini vórðu koppsett móti covid-19 og javnan kannað fyri virus.

Sambært ABC News kom hetta kravið at umfata umleið 80 milliónir amerikanarar.

Men nú er fyrsta fet tikið fyri at forða hesum kravi frá forsetanum.

Í senatinum atkvøddu 52 senatorar fyri at forða kravinum, meðan 48 atkvøddu ímóti. Tveir demokratiskir senatorar atkvødd saman við republikanarunum.

Demokratiski flokkurin hevur ikki meiriluta í senatinum, men fær sum oftast meiriluta, tí umframt teir 48 demokratarnar eru vanliga tveir leysgangarar, ið atkvøða saman við teimum.

Stendur á jøvnum í eini atkvøðugreiðslu, er tað Kamala Harris, varaforseti, sum eigur avgerandi atkvøðuna.

Nú úrslitið gjørdist 52-48 móti ætlan forsetans, merkir tað, at uppskotið eisini skal roynast í umboðsmannatinginum, hinum kamarinum í kongressini.

Her hevur Joe Biden hótt við at leggja veto móti lógini, um umboðsfólkini eisini samtykkja uppskotið, skrivar Ritzau.

Sambært republikanska flokkinum er ætlanin nú, at fyritøkur við upp móti 500 starvsfólkum verða noydd at siga fólki úr starvi, ið ikki vilja lata seg koppseta ella kanna regluliga. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder