Tað gongur ikki, at útlendingar keypa ov nógv hús og ov nógva jørð í Føroyum. Hetta heldur Tjóðveldi, sum fer at leggja uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum.
Á middegi í dag gjørdi meklarafyritøkan Betri Heim vart við vaksandi áhugan hjá útlendingum at keypa ognir í Føroyum.
- Talan kann bæði vera um privatfólk ella fyritøkur, grunnar og íløgufeløg. Í okkara grannalondum og um allan heim er gongdin greið, at útlendingar keypa seg inn í húsamarknaðin, og seta treytirnar fyri at seta búgv hjá fólkinum í einum landi.
- Onnur lond hava ymiskar reglur. Eitt nú í Álandi er rætturin at eiga hús, jørð og aðra fastogn avmarkað til tey, ið hava álendskan heimarætt. Onnur lond hava ymsar avmarkingar og reglur um summarbústaðir, leigumarknað, bústaðarskyldu, skattskyldu o.m.a, sigur Tjóðveldi.
Í Føroyum hava vit ikki lóggávu sum forðar ella avmarkar møguleikan hjá útlendingum at eiga hús og jørð.
- Avleiðingar kunnu gerast sera stórar – bæði á størri sum á smærri plássum kring alt landið. Vit kunnu skjótt gerast bæði eygleiðarar í egnum sjógvi og húskallar í egnum landi, vil gjørdi vera við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald