Innanlands

Foreldur fáa rætt til at syrgja í 26 vikur

Uppskotið hjá landsstýrismanninum í almannamálum um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku til foreldur, ið missa eitt barn, varð samtykt við 3. viðgerð seinnapartin

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum (Savnsmynd: Almannamálaráðið)

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum (Savnsmynd: Almannamálaráðið)

2022-05-02 15:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uppskotið hjá Sólvit Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum, um endurgjald fyri mistar arbeiðsinntøkur í sambandi við, at eitt barn doyr, var í dag endaliga samtykt við triðju viðgerð í løgtinginum.

Hetta merkir, at missa foreldur eitt barn ella fáa eitt deyðføtt barn, kunnu tey nú syrgja í frið, uttan at hugsa um tað kann ganga útyvir teirra inntøku.

Við lógini fáa foreldur nevniliga rætt til 26 vikur í part, um ólukkan rakar, og barn teirra, yngri enn 18 ár, doyr.

Hendan lógin skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2023. Ætlanin er at gera skipanina smidliga, so foreldur hava møguleika til at koma stigvíst aftur til arbeiðis, og neyðugt verður heldur ikki at brúka allar 26 vikurnar, um tørvur ikki er á tí.

Upphæddin fyri mistar arbeiðsinntøkur verður sett eftir lógini um almannatrygd og tænastur. Hægsta veiting er 25.513 krónur um mánaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder