Uttanlands

Foreldur Madeleine McCann tapt rættarmál um ærumeiðing

Evropeiski mannarættindadómstólurin hevur staðfest ein dóm hjá portugisiska hægstarættinum um, at Goncalo Amaral, sum kannaði málið um horvnu gentuna í 2007, ikki gjørdi nakað skeivt, tá hann í einari bók legði tey undir sjálvi at hava okkurt við hendingina at gera, og skal hann tí ikki veita teimum endurgjald

Gerry and Kate McCann (Mynd: Shutterstock)

Gerry and Kate McCann (Mynd: Shutterstock)

2022-09-21 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Foreldrini hjá Madeleina McCann, bretska gentan, sum hvarv í 2007, hava aftur tapt eitt rættarmál um ærumeiðing móti Goncalo Amaral, sum var við til at kanna málið og í einari bók legði parið undir sjálvi at hava okkurt við hvørvingina at gera.

Bókin "The Truth of the Lie" varð givin út í 2008, tríggjar dagar eftir, at ríkisákærin í Portugal avgjørdi at steðga leitingini eftir lítlu gentuni.

Tað er evropeiski mannarættindadómstólurin, sum hevur avgjørt, at rættarskipanin í Portugal gav foreldrunum eina rættvísa viðferð, tá málið varð viðgjørt har.

Í september 2007 varð parið avhoyrt, tá tey vóru undir illgruna í málinum, men eitt ár seinni, varð kanningin av teimum báðum droppað orsakað av vantandi prógvum.

Í 2015 fingu tey viðhald í rættinum, tá tey stevndu Goncalo Amaral, og varð hann dømdur at gjalda teimum endurgjald. Tvey ár seinni varð tann avgerðin tó ógildað av portugisiska hægstarættinum, og tað er hesa avgerð, sum evropeiski mannarættindadómstólurin nú hevur staðfest, skrivar DR.

Tað var 3. mai í 2007, at trý ára gamla Madeleine McCann, hvarv, meðan familjan var á ferð í portugisiska býnum Praia da Luz.

Í 2020 boðaði týska løgreglan frá, at Christian Brückner, ein 44 ára gamal dømdur neyðtøkumaður var undir illgruna í málinum, og at Madeleine McCann helst var deyð. Men bretska løgreglan viðgerð ikki málið sum eitt drápsmál, skrivar The Guardian.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder