Innanlands

Foreldur vísa lærarunum og nú fyrrverandi varaskúlastjóra sín stuðul

132 foreldur í Vestmanna skúla hava skrivað undir eitt opið bræv til Mentamálaráðið. Tey heita á avvarandi myndugleika at fáa skúlan á beina kós aftur við nýggjari leiðslu

(Mynd: Vestmanna skúli)

(Mynd: Vestmanna skúli)

2022-08-19 15:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ófriður valdar í Vestmanna skúla. Foreldur sendu síni børn til nýtt skúlaár í gjár uttan at tímatalva var klár. Hetta er als ikki nøktandi, siga foreldrini at børnum í Vestmanna skúla í opnum brævi til Mentamálaráðið.

Varaskúlastjórin hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn, og skúlastjórin er eisini sjúkrameldað av øllum rokinum seinastu vikurnar.

- Tað harmar okkum sera nógv, at hendan støðan er íkomin, og vit vilja við hesum vísa lærarunum og nú fyrrverandi varaskúlastjóra, okkara stuðul, siga foreldrini. 

- Harumframt vilja vit heita á avvarðandi myndugleika um at fáa skúlan á beina kós aftur við nýggjari leiðslu, øllum starvsfólkum og næmingum at gagni.

- Vestmanna skúli hevur altíð verið kendur fyri, at klekja góðar næmingar. Í lands- og pisaroyndum eru næmingarnir í Vestmanna millum teir bestu í landinum. Orsøkin er lærararnir. Teir eru framúr dugnaligir og ganga høgt upp í starv og næmingar, skriva foreldrini.

Alt skrivið kann lesast á lesarin.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder