2022-10-30 17:02

Blaðið Vikuskifti hevur í oddagreinum víst á tað undarliga í, at landsstýrisfólk og forfólk í politisku flokkunum stilla upp til fólkatingsval, tí teirra uppgáva heima má metast at hava størri týdning enn at siga í einum útlendskum tingi, sum – sambært teimum flestu – ikki skuldi havt nakran týdning fyri politikkin í Føroyum.
Okkurt bendir á, at veljarin er av somu meining.
Á sambandslistanum síggja vit, at løgmaður einans fær atkvøðu frá 9 prosentum av sambandsveljarunum. Altso als ongin sokallað løgmanseffekt at fáa eyga á her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald