2025-01-27 12:55
Forfólkini í politisku flokkunum fara týskvøldið at umrøða støðuna í ríkisfelagsskapinum, sum seinastu tíðina hevur verið trýstur.
Trump hevur sagt, at hann vil hava Grønland, og grønlendingar ynskja eisini broytingar.
Hvat vendir upp, og hvat vendir niður? Hvussu langt vilja flokkarnir fara, og hvat verður nýggja ríkisrættarliga støða Føroya?
Sendingin, sum hevur fingið heitið Vegamót, verður í annaðkvøld eftir Dag og viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald