Uttanlands

Forfylgd kristin: Listin yvir tey 50 londini við mest ágangi kunngjørdur

Open Doors Føroyar hevur fyri fyrstu ferð lagt alheimslistan fram. Trúboðin skrivar, at tað eru áleið 260 milliónir kristin, ið eru fyri álvarsamari forfylging kring heimin. Støðan vernsar sambært tølunum í nógvum støðum

Rói Norðoy frá Open Doors Føroyar saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og Jógvani Fríðrikssyni, bispi, í samband við at listin varð almannakunngjørdur (Mynd: Open Doors Føroyar)

Rói Norðoy frá Open Doors Føroyar saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og Jógvani Fríðrikssyni, bispi, í samband við at listin varð almannakunngjørdur (Mynd: Open Doors Føroyar)

2020-01-16 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð alheimlistin fyri lond, har atsøknin er størst móti kristnum, lagdur fram í Føroyum. Hesin listin verður gjørdur hvørt ár, men tað er fystu ferð, at hann er lagddur fram her á landi. Millum annað vóru løgmaður, tingfólk og bispur til staðar. 

Tað er Open Doors, sum stendur fyri at gera listan, sum lýsir støðuna hjá kristnum í 50 londum, har tað er vandamiklast at vera kristin. Talan er ikki bert um eina meting, men um eitt  stórt kanningararbeiði, ið liggur aftanfyri. Hugt verður eftir trúðarfrælsinum, og tað eru fimm ymisk øki: Tað privata økið, familjuøkið, lokala umhvørvið, tjóðarstøðan og kirkjuøkið. Útfrá hesum verða tøl savnað inn, ið vísa hvussu stór forfylgingin er ímóti kristnum. Tølini verða síðani savnað í stigum og set í eina skipan, sum síðani ger ein lista yvir londini, har atsóknin er størst.

Listin verður kallaður Wold Watch List 2020. Norðurkorea er 18. árið ovast á listanum, og Afganistan er beint aftanfyri. Tey 11 ovastu londini á listanum koma undir bólkin "víðgongd (ekstrem) atsókn" móti kristnum, og tað eru ann sami "topp-11" sum í fjør. 

[object Object]
Listin hjá Open Doors (Mynd: Open Doors Føroyar)

Open Doors Føroyar skrivar eisini, at trý nýggj afrikonsk eru komin á listan; millum annað  Burkina Faso, har harðskapurin móti kristnum er meira enn tvífaldaður seinasta árið. Eisini er vaksandi ágangur í Kina, og støðan í Miðestryi er áhandi álvarsom á økinum.

Trúboðin vísir eisini á gongdina í Burkina Faso, og Vesturafrika sum heild, og Kina. Trúboðin skrivar, at  260 milliónir kristin eru fyri álvarsamari forfylging kring heimin.

Open Doors er ein altjóða trúarfelagsskapur, sum í yvir 60 ár hevur arbeitt fyri atsøktum kirkjum kring heimin. Open Doors Føroyar ynskir at varpa ljós á støðuna og menna arbeiðið í Føroyum.

Kelda: Open Doors Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder