Innanlands

Forkunnug føðingardagskonsert á Eiði

Eiðis Ljómfelag hevði 100-ára stovningardag í fjør, men serliga konsertin mátti avlýsast orsaka av koronastøðuni. Talan er um eitt harmoniorkestur við umleið 25 spælarum í øllum aldri, har tey flestu eru av Eiði og úr Sundalagnum.

Verk sum eiðismenn hava skrivað, umframt frumframførslan av tónleikaverkinum ‘Risin’ hjá Atli Kárason Petersen, eru millum tey, sum vera at hoyra seint seinnapartin leygardagin

Verk sum eiðismenn hava skrivað, umframt frumframførslan av tónleikaverkinum ‘Risin’ hjá Atli Kárason Petersen, eru millum tey, sum vera at hoyra seint seinnapartin leygardagin

2021-10-06 20:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Konsertin leygardagin 9.oktober er í sambandi við, at Eiðis Ljómfelag hevur fylt 100 ár. Orkestrið varð upprunaliga stovnað í 1920, so 100 ára føðingardagurin var í fjør, men tá mátti konsertin avlýsast orsaka av koronastøðuni. Tey í Eiðis Ljómfelag hava kortini hildið, at 100 ára stovningarárið átti at vera markerað, og tað verður so gjørt við hesi konsertini.

Á skránni leygardagin verður fjølbroyttur tónleikur so sum “The Old Rugged Cross”, “Highland Cathedral”, “Så skimrande var aldrig havet” og kenda lagið “Kom og dansa” hjá Franz Lehár, sum orkestrið spælir í nýggjari útseting hjá Otniel Nygaard.

Eisini spælir orkestrið eina sirpu við 4 løgum, sum eiðismaðurin Johan Kallsoy (1892-1973) hevur skrivað, umframt lagið hjá Hans Erlandi í Brekkunum til yrkingina “Eiði mín heimbygd”, sum Óli Egilstrøð (1916-1999) skrivaði.

Serliga forvitnislig er frumframførslan av tónleikaverkinum ‘Risin’, sum Atli Kárason Petersen tónaskald hevur skrivað til orkestrið.

Orkesturleiðarar verða Oddur Magnusson Hentze og Otniel Nygaard. Forkvinna í orkestrinum er Katrin Dánjalsdóttir. Kendi miðlamaðurin Kári Sólstein, sum eisini er royndur tónleikari, verður frásøgumaður á konsertin. Konsertin byrjar klokkan 16, varðir í umleið ein tíma, og hon er ókeypis.

Eiðis Ljómfelag telur í dag umleið 25 spælarar í øllum aldri. Flestu spælarar eru av Eiði og úr Sundalagnum. Orkestrið er eitt harmoniorkestur, og tað merkir, at bæði messingblásarar og træblásarar spæla við.


Eiðis kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder