Mentan

Forkunnug listaframsýning í Müllers Pakkhúsi

- Poul Horsdal var við sínum litum sum trani í spurvadansi í mun til føroysku samtíðarlistafólk síni

2019-09-26 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein forkunnug listaframsýning letur upp í Müllers Pakkhúsi seinnapartin í morgin fríggjadagin 27. september. Talan er um verk eftir listamannin Poul Hordal verða sýnd fram.

Poul Horsdal varð føddur í 1936 og doyði í 1981. Hann var dani, men búði í Føroyum, hevði familju her og var aktivur partur av føroyska listaumhvørvinum.

Listaportalurin hjá Kinnu Poulsen skrivar soleiðis um listamannin:

”Myndevnini hjá Poul Horsdal eru tey eyðkendu, sum mynda høvuðsbulin í klassisku føroysku listini, tvs. landslagið, bátar og fólk, men hansara litaval er ógvuliga sermerkt. Koloristiskt kundi mann sagt um Horsdal, at hann í mun til síni føroysku samtíðarlistafólk er sum trani í spurvadansi sum litirnir hjá honum skína og glógva og savnast í dekorativum mynstrum, sum verða definerað av konturstrikum og kubistiskum litflatum. Hann brúkar nógv gult og ljósareytt saman við øðrum reyðum og grønum og turkis litbrigdum, sum bresta saman sum syrutar yvirsjónir.”

Til ferniseringina í Müllers Pakkhúsi í morgin fer sonur listamannin, Sjúrður Horsdal, at bjóða vælkomin. Eisini fer listamaðurin, Bárður Jákupsson, at umrøða myndlistina hjá Poul Horsdal, sum hann eisini kendi.

Framsýningin verður opin frá mánadag til fríggjadag kl. 15-17 til 20. oktober. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder