Uttanlands

Forkvinnan hjá týsku sosialdemokratunum leggur frá sær

Andrea Nahles hevur ikki longur tann stuðilin, henni tørvar, eftir at flokkurin fekk eitt søguliga vánaligt úrslit til ES-valið

Andrea Nahles (Mynd: EPA)

Andrea Nahles (Mynd: EPA)

2019-06-02 10:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forkvinnan hjá týska sosialdemokratiska flokkinum, SPD, Andrea Nahles, boðar frá, at hon leggur frá sær.

Orsøkin er vánaliga úrslitið hjá flokkinum til ES-valið.

Andrea Nahles sigur, at hon bæði leggur frá sær sum forkvinna hjá SPD og sum leiðari í tingbólkinum hjá flokkinum í týska samveldistinginum.

- Innanhýsis kjak í tingbólkinum og afturmeldingar frá limum í flokkinum hava víst mær, at eg ikki longur havi tann stuðulin, sum mær tørvar fyri at loysa mínar uppgávur, sigur hon, sambært DR.

Eftir ætlan leggur hon frá sær sum forkvinna hjá SPD í morgin, mánadagin, og týsdagin leggur hon frá sær sum forkvinna í tingbólkinum.

Andrea Nahles er fyrsti kvinnuligi leiðarin hjá SPD.

Longu beint eftir ES-valið segði Andrea Nahles, at langtíðarætlanin hjá flokkinum mátti endurskoðast, og at vanlukkuliga úrslitið fekk hana at umhugsa møguleikan fyri, at onnur kundu yvirtaka leiðsluna av tingbólkinum.

Bæði CDU, flokkurin hjá Angelu Merkel, og SPD hava havt kreppufund eftir valið, har báðir flokkar fingu eitt søguliga vánaligt úrslit.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder