Pernille Vermund, forkvinna í Nye Borgerlige boðar frá, at hon fer at leggja frá sær á næsta ársfundi hjá flokkinum.
Tað skriva danskir miðlar seinnapartin.
Umframt hetta, boðar Pernille Vermund frá, at hetta valskeiðið í Fólkatinginum verður hennara seinasta. Hon hevur altíð vitað, at hon ikki ynskti eina yrkisleið í landspolitikki, og fór hon helst bara at sita tvey valskeið, sigur hon við TV2.
– Eg havi tí boðað limum okkara, tingbólkinum og okkara dugnaligu starvsfólkum frá, at hetta verður mítt síðsta valskeið í Fólkatinginum – og at eg longu nú mæli limunum í Nye Borgerlige til at velja tað forfólkið, sum skal leiða flokkin víðari í hesum valskeiðnum, sum nú av álvara er farið í gongd, skrivar hon m.a..
Pernille Vermund var við til at stovna Nye Borgerlige í oktober 2015, og hevur hon umboðað flokkin á Fólkatingi síðan 2019, tá flokkurin fyri fyrstu ferð varð valdur inn við 2,4 prosent av atkvøðunum, sum gav flokkinum fýra umboð.
Á fólkatingsvalinum í heyst fekk flokurin 3,7 prosent av atkvøðunum og fór upp á seks tingumboð. Eitt av hesum er tó síðani farið úr flokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald