Mentan

Forlagið Leirkeri fær Serstøku virðisløn Landsins 2019

Sum tøkk fyri áhaldandi og mennandi arbeiði innan útgávu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-15 20:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt kristiligt útgávuforlag í Gøtu var í kvøld heiðrað við serstøku virðisløn landsins 2019.

Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, handaði virðislønina til forlagið Leirkeri, sum hevur staðið fyri týdningarmiklum útgávum av andaligum tilfari.

Hartil hava menninir handan forlagið, brøðurnir Flóvin Tyril og Zacharias Zachariassen, sáli, lagt eftir seg ein hóp av sálmum og sangum, bæði týddum og yrktum, allir í vøkrum føroyskum málbúna, sum eru givnir út á forlagnum.

Flóvin Tyril tók eyðmjúkur móti heiðursgávuni uttan at siga stórt annað enn at geva Guði allan heiðurin. Zacharias Zachariassen doyði í august 2017.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder