Innanlands

Formaðurin fyri barnalæknar í Danmark: Vildi ynskt at bíðað verður við koppsetingum

Á tíðindafundinum í dag varð avdúkað, at farið verður undir at koppsett tey í aldrinum 12 til 15 ár í september. Klaus Birkelund Johansen ivast í, um hetta er rætt

Klaus Birkelund Johansen sigur, at talan er um brot á prinsippir innan barnakoppseting. Hann tryggur við sjálva Pfizer-koppsetingina, men vildi ynskt at man bíðaði

Klaus Birkelund Johansen sigur, at talan er um brot á prinsippir innan barnakoppseting. Hann tryggur við sjálva Pfizer-koppsetingina, men vildi ynskt at man bíðaði

2021-06-17 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danska heilsustýrið mælir nú til, at børn í aldrinum 12 til 15 ár eisini verða koppsett móti koronavirus. Tað varð fráboðað á tíðindafundi fyrrapartin.

Hetta er gjørt  fyri at tryggja órin í fólkinum - flokimmunitet - áðrenn næsta vetur, og eisini fyri at tryggja seg móti nýggjum frábrigdum, segði Søren Brostrøm, sum greiddi frá, at um børn í aldrinum millum 12 og 15 ár verða koppsett, hækkar órinið við umleið fýra prosentum. 

Les eisini: Danmark fer at koppseta tey 12 til 15-ára gomlu

Hetta verður harvið ikki gjørt fyri at verja børnini, og á tíðindafundinum hendi nakað, ið hevur vakt ans í donsku miðlunum í dag: "Formaðurin fyri barnalæknar gekk Søren Brostrøm ímóti" skrivar dr.dk í yvirskrift.

- Tey børn, ið verða smittaði, eru í ógvuliga lítlum vanda fyri at gerast álvarslga sjúk. Tað at bjóða koronukoppsetingina til 12-15 ára gomul er at bróta tey prinsippir, vit vanliga leggja inn í barnakoppsetingarætlanina

Hetta er Klaus Birkelund Johansen siteraður fyri inni í greinini. Persónliga vildi hann ynskt at sæð fleiri tøl um møguliga ávirkan av koppsetingini, áðrenn tey millum 12 til 15 fáa hann.

- Eg hevði ynskt, at man hevði latið verið við at tikið avgerðina um at gera tað. Eg haldi, at ein meira nátúrlig rekkjufylgja hevði verið at bíða og tikið avgerðina, tá vit nærkast miðjuni av september.

Tað er í september, at byrjað verður at geva møguleikan, og avgerðin er tikin. Søren Brostrøm fyrihelt ikki beinleiðis til ivan hjá Klaus Birkelund Johansen, men segði, at hann skal greiða grá og verja avgerðina hjá Sundhedsstyrelsen. Tó var hann fegin um, og segði tað vera umráðandi, at formðurin fyri barnlæknar í Danmark fekk sagt sína meining alment, so at man fekk eitt fakligt kjak.

Granskarar hava síðani staðið fram og sagt, at talan er um eina etiska tívstøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder