Í gjárkvøldið boðaði Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi danskur forsætisráðharri og formaður í Vinstra inntil 2019, frá, at hann hevur avgjørt at fara úr flokkinum.
Les eisini: Lars Løkke farin úr Vinstra
Núverandi formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen sigur seg harmast um, at Lars Løkke er farin úr. Hann hevði kunnað fingið ein góðan leiklut í flokkinum, sigur formaðurin.
Í dagføring á Twitter í morgun skrivar hann soleiðis:
– Eg harmist um, at Lars nú fer úr Vinstra. Hann hevur givið flokki okkara nógv, og flokkurin hevur givið honum nógv. Vit kundu heilt vist hava funnið Lars ein góðan leiklut í Vinstra, men hann vildi tað øðrvísi og er áveg víðari. Eg ynski honum alt tað besta.
Jeg er trist over, at Lars nu forlader Venstre. Han har givet meget til vores parti, og partiet har givet meget til ham. Vi kunne helt sikkert have fundet en god rolle til Lars i Venstre, men han ville det anderledes, og er på vej videre. Jeg ønsker ham alt det bedste.
— Jakob Ellemann-Jensen (@JakobEllemann) January 2, 2021
Hvønn leiklut Lars Løkke hevði kunnað fingið, sigur formaðurin einki um, men Lars Løkke hevur ikki verið framsøgufólk hjá flokkinum, síðan hann fór frá sum formaður.
Sambært Ritzau hava fleiri politiskir viðmerkjarar víst á møguleikanum hjá Lars Løkke fyri at stovna ein nýggjan miðflokk, nakað sum hann áður sjálvur hevur víst aftur, at hann hevur ætlanir um.
Hann fekk fleiri enn 40.000 atkvøður á seinasta fólkatingsvali, og mett verður, at hann hevði kunnað fingið nógvan stuðul. Fyribils heldur Lars Løkke fram sum uttanflokkamaður í fólkatinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald