Innanlands

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum fer frá

Ólavur Gunnarsson, ið hevur verið formaður síðan mars 2018, skal byrja í nýggjum starvi sum innkeypsleiðari hjá Mest

Ólavur Gunnarsson fer frá sum formaður í maskinmeistarafelagnum 1. september (Savnsmynd)

Ólavur Gunnarsson fer frá sum formaður í maskinmeistarafelagnum 1. september (Savnsmynd)

2022-07-05 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ólavur Gunnarsson, ið hevur verið formaður í Maskinmeistarafelagnum síðan í mars 2018, fer frá sum formaður 1. september.

Orsøkin er, at hann skal byrja í nýggjum starvi sum innkeypsleiðari hjá Mest.

Ólavur Gunnarsson varð uttan mótvalevni valdur til formann í Maskinmeistarafelagnum á aðalfundinum 24. mars 2018, tá undanmaður hansara, Páll Hansen ikki stillaði uppaftur.

Tað er eitt fulltíðarstarv at vera formaður í Maskinmeistarafelagnum, og formaðurin verður valdur fyri trý ár í senn. Á aðalfundi hjá felagnum 13. mars í fjør, tók Ólavur Gunnarsson við afturvali, og eingin stillaði upp ímóti honum.

Ólavur Gunnarson sigur við blaðið Maskinmeistarin hjá Maskinmeistarafelagnum, at hann ongantíð hevur hildið, at formansstarvið eigur at vera eitt lívstíðarstarv, og heldur hann, at nú er rætta løtan hjá honum at gevast.

Enn er ikki greitt, hvør yvirtekur formanssessin í Maskinmeistarafelagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder