Erik Jensen skal framhaldandi standa á odda fyri grønlendska flokkin Siumut.
Tað er greitt eftir at hann fekk flestar atkvøður á formansvalinum í sambandi við landsfundin í Qasigiannguit um vikuskiftið.
Erik Jensen, ið hevur verið formaður í Siumut síðan november 2020, fekk 39 av 68 atkvøðum.
Fyrrverandi formaðurin, Kim Kielsen og fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam stillaðu eisini upp til formansvalið. Tey fingu ávikavíst 13 og 16 atkvøður, skrivar Ritzau.
– Eg eri sera rørdur. Eg eri eisini sera fegin og errin um, at undirtøkan var so stór, sigur afturvaldi formaðurin sambært grønlendska kringvarpinum KNR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald