Uttanlands

Formaðurin í Umboðsmannatinginum afturvaldur

Við teprum meiriluta varð republikanarin Mike Johnson, sum hevur verið formaður síðan 2023, afturaldur

Mike Johnson (Mynd: EPA)

Mike Johnson (Mynd: EPA)

2025-01-04 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið varð republikanarin Mike Johnson afturvaldur til formann fyri amerikanska Umboðsmannatingið.

Hann varð afturvaldur við 218 atkvøðum av 435, sum var akkurát nóg mikið til at fáa meiriluta. Sambært CNN er hetta teprasti meiriluti, sum ein formaður hevur fingið í nærum 100 ár.

Republikanski flokkurin hevur meirilutan í Umboðsmannatinginum. Flokkurin hevur 219 umboð, meðan Demokratarnir hava 215.

Undan atkvøðugreiðsluni høvdu fleiri av floksfeløgunum hjá Mike Johnson annars boðað frá, at teir ikki fóru at stuðla honum. Orsøkin var, at fleiri av konservativu republikanarunum vóru ónøgd við, at Johnson fleiri ferðir hevði fingið hjálp frá Demokratunum fyri at fáa týðandi lógir samtyktar.

At byrja við høvdu tríggir republikanarar atkvøtt ímóti Johnson, men eftir at hava tosað við teir, valdu tveir teirra at stuðla honum kortini, og sostatt tryggjaði hann sær neyðugan meiriluta.

Demokratisku umboðini atkvøddu fyri teirra egna leiðara, Hakeem Jeffries.

Samtlige 215 demokratiske medlemmer stemte på deres egen leder, Hakeem Jeffries.

Osemja hevur verið millum republikanarar í Umboðsmannatinginum seinastu tvey árini. Mike Johnson varð valdur til formann á heysti í 2023, eftir at undanmaður hansara, Kevin McCarthy varð koyrdur frá mitt í sínari embætistíð.

Ein av fyrstu uppgávunum hjá nývalda formanninum í Umboðsmannatinginum er formliga at góðkenna úrslitið av forsetavalinum 5. november í fjør. Tað verður eftir ætlan gjørt mánadagin. 20. januar verður Donald Trump tikin í eið sum forseti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder