2022-05-02 20:14
            
        
         
                
            Týsdagin tann 26. apríl var aðalfundur í Ráðgevarafelagnum, og á nevndarvalinum stóðu Eyðbjørn Brimnes, Rúni Abrahamsen og Selmar Nielsen fyri vali, og vóru teir allir afturvaldir.
 
Heidi Poulsen heldur eisini fram sum eykalimur, meðan Óla Jákup Bech er nýggjur eykalimur.
 
Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin, og Klæmint Eliasen og Rúni Abrahamsen halda fram sum ávikavist formaður og næstformaður, skrivar Vinnuhúsið.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/05/02/gallery-thumbnail/1651494958yfcm01ehyu.jpg)
Nevnd og eykalimir í Ráðgevarafelagnum. Heidi Poulsen vantar á myndini (Mynd: Vinnuhúsið
 
Nevndin í Ráðgevarafelagnum er sostatt mannað soleiðis:
- Klæmint Eliasen, nevndarformaður 
- Rúni Abrahamsen, næstformaður 
- Selmar Nielsen, nevndarlimur 
- Eyðbjørn Brimnes, nevndarlimur 
- Árni Jakobsen, nevndarlimur
- Heidi Poulsen, eykalimur
- Óla Jákup Bech, eykalimur
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald