Innanlands

Formaðurin tekur trý ár afturat

Tummas Eli Høj Joensen er nýggjur nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum

Nevndin í Maskinmeistarafelagnum. Frá vinstru John Højsted, Regin Meyer Olsen, Ólavur Gunnarsson, Jóhan Mørkøre, Tummas Eli Høj Joensen 

Nevndin í Maskinmeistarafelagnum. Frá vinstru John Højsted, Regin Meyer Olsen, Ólavur Gunnarsson, Jóhan Mørkøre, Tummas Eli Høj Joensen 

2021-03-15 17:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Maskinmeistarafelagið hevur hildið ársaðalfund sín. Á skránni var m.a. val av formanni og tveimum nevndarlimum.

Verandi formaður, Ólavur Gunnarsson, var einasta valevni til formansstarvið, og sostatt heldur hann fram sum formaður komandi trý árini.

Til nevndarvalið stóðu Regin Meyer Olsen og Berit Hovsgarð fyri vali. Regin Meyer Olsen varð afturvaldur og nývaldur í nevndina varð Tummas Eli Høj Joensen.

Til tiltakslimir vóru valdir Róald Johannesen og Poul Heri Selfoss.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder