Innanlands

Formansskapurin í Føroya Banka vrakaður

Birgir Durhuus er nýggjur formaður í Føroya Banka. Birita Sandberg Samuelsen og Rúni Vang Poulsen vóru vrakaði til aðalfundin

(Mynd: Føroya Banki)

(Mynd: Føroya Banki)

2024-03-21 19:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Forkvinnan og næstformaðurin í Føroya Banka, Birita Sandberg Samuelsen og Rúni Vang Poulsen, vórðu ikki afturvald tá aðalfundur var seinnapartin. Hinvegin eru tveir nýggir nevndarlimir, Árni Rasmussen og Anfinn Vitalis Hansen.

Tað var Gullak Madsen, sum hevur keypt 20 prosent av Føroya Banka, sum skeyt upp at velja Árna Rassmusen og Anfinn Vitalis Hansen.

[object Object]Gullak Madsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Nýggja nevndin hevur eisini skipað seg, og nýggjur formaður í Føroya Banka-nevndini er Birgir Durhuus. Hann hevur sitið í nevndini seinastu tvey árini.

Hini í nevndini eru Marjun Eystberg, Kristian Reinert Davidsen, Birgir Durhuus og Tom Ahrenst. Tey vóru afturvald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder