
Ítøkiligu samráðingarnar á Gamla Apotekið og í Løgtinginum halda fram. Í dag varð byrjað um 10-tíðina, og til eftir døgurða hava formenninir sitið saman í Løgtinginum og viðgjørt mál, har teir skulu royna at finna semjur.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sigur at í gjár fyltu fiskivinnan og almannamál - serliga pensjónsøkið - tað mesta hjá formonnunum. Í dag eru tað fíggjarmál - beint eftir klokkan 13.30 byrjaði fundur millum formenninar og umboð úr Fíggjarmálaráðnum, ið vóru komin at greiða frá ymiskum viðurskiftum. Etisk mál, ið fylla nógv hjá Miðflokkinum, eru eisini viðgjørd eitt sindur.
Bárður á Steig Nielsen er samráðingarleiðari (Mynd: Sverri Egholm)
Síðani klokkan 10 hava tríggir bólkar viðgjørt hvør sítt evni: Tey eru fiskivinna, almannamál og orku- og umhvørvismál. Klokkan 17 samlast øll, har so bólkarnir leggja hvør sítt evni fram, og koma við einum boðið uppá hvussu tey best skipað hetta.
Í bólkunum eru tingfólkini hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum. Bill Justinussen hjá Miðflokkinum er í einum av bólkunum og tveir av varalimunum: Tordur Niclassen og Ragnar Ludvig eru í hvør sínum. Steffan Klein Poulsen, ið er fyrsti varðalimur hjá Miðflokkinum er burturstaddur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald