2019-09-03 13:41
Floksformenninir ganga nú á skift inn á skrivstovuna hjá Páll á Reynatúgvu, tingformanni.
Jørgen Niclasen, formaður í størsta flokki á tingi, Fólkaflokkinum, var fyrstur. Hann vildi einki siga um hvønn hann peikaði á. Næstur honum var Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum. Hann segði eftir fundin við tingformannin at hann peikaði á eina breiða samgongu.
Tað vil siga at hann framvegis sær møguleika fyri samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Bárður á Steig Nielsen er júst farin inn. 15 minuttir eru settir av til hvønn flokk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald