Formula er størsta KT fyritøka í Føroyum, sum veitir heildartænastur innan KT til føroyskar kundar í øllum vinnugreinum, umframt at felagið eisini selur tænastur til útlendskar kundar.
Staðfestast má, at tað hevur hilnast væl síðstu árini hjá P/F Formula.
Ársúrslitið í 2023 gjørdist eitt avlop eftir skatt upp á 13,5 mió.kr. Vinningsbýtið til eigararnar er 11 mió.kr.
Í leiðslufrágreiðingini stendur, at leiðslan metir ársúrslitið at verða nøktandi. Stórur eftirspurningur var eftir tænastum og loysnum frá Formula, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Í 2018 var eigaraskifti í Formula, har tað í dag eru omanfyri 70 starvsfólk, sum eiga partabrøvini í felagnum.
Rakstrarroknskapurin
Í móðurfelags roknskapinum hjá Formula øktist bruttovinningurin úr 71,2 mió.kr. í 2022 til 75,4 mió.kr. í 2023. Nettosølan er ikki upplýst av Formula av kappingarorsøkum.
Starvsfólkaútreiðslurnar øktist í 2023 heili 4,2 mió.kr. 13 prosent, úr 52,1 mió.kr. í 2022 til 56,2 mió.kr. í 2023.
Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt Ebitda, sum vísur rakstrarlønsemi, var 19,2 mió.kr. sum var áleið tað sama sum í 2022.
Ársúrslitið eftir skatt fyri 2023 var eitt avlop á 13,5 mió.kr., sammett við 12,8 mió.kr. í 2022.
Fíggjarstøðan
Samlaða fíggjarjavnin hjá Formula P/F í 2023 var 86,2 mió.kr. í mun til 82,3 mió.kr. í 2022
Serliga kann leggjast merki til, at tøkur peningur er øktur úr 22,4 mió.kr í 2022 til 28,5 mió.kr. í 2023.
Eginpeningurin hjá P/F Formula var við árslok 2024 samanlagt 33,3 mió.kr. sammett við 32,2 mió.kr. í 2022. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku við einum trygdarevni á 38,6 prosent.
Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin er 49,5 mió.kr., sum er ein øking á 2,5 mió.kr. í mun til árið fyri.
Gjaldførið hjá P/F Formula var eisini gott í 2023. Gjaldførislutfallið var 131 prosent. Tøkur peningur á bók var við ársenda 2023 samanlagt 28,5 mió.kr.
Vinningsbýti til eigararnar fyri 2023 roknskapin var 11 mió.kr.
Høvuðspartaeigarar hjá Formula P/F er P/F Seiggi, sum umleið 70 starvsfólk eiga. Harumframt er Føroya Tele, sum var høvuðseigarin áðrenn 2018, framvegis partaeigari.
Stjórar í Formula P/F er Fróði Magnusen og Árni Arge. Nevndarformaður er Niels Winther Poulsen, advokatur.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald