Innanlands

Formula P/F aftur eitt gott rakstrarúrslit

Høvuðspartaeigarar hjá Formula P/F er P/F Seiggi, sum umleið 70 starvsfólk eiga. 14 milliónir krónur eru settar av til vinningsbýti

(Mynd: Formula)

(Mynd: Formula)

2022-04-15 16:25 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Formula er Føroya størsta KT felag, sum veitir heildartænastur innan KT til føroyskar kundar í øllum vinnugreinum, umframt at felagið eisini selur tænastur til útlendskar kundar.

Staðfestast má at tað hevur hilnast væl hjá nýggju eigarunum síðani 2018. Ársúrslitið í 2021 gjørtist eitt avlop eftir skatt á 14 mió.kr. Eigarnir rinda sær 14 mió.kr. út í vinningsbýti.

Í 2018 var eigaraskifti í Formula, har ið tað í dag eru heili 70 starvsfólk, sum eiga stóran part av felagnum.

Í leiðslufrágreiðingini stendur, at leiðslan er nøgd við úrslitið. Stórur eftirspurnignur var eftir tænastum og loysnum frá Formula, bæði í Føroyum og uttanlands.

[object Object]

Rakstrarroknskapurin 
Bruttovinningurin hjá Formula øktist eitt vet úr 69,4 mió.kr. í 2020 til 70,4 mió.kr. í 2021. Vøksturin í bruttovinninginum er 1,4 prosent. Nettosølan er ikki upplýst av Formula av kappingarorsøkum.

Starvsfólkaútreiðslurnar øktist heili 13 prosent, úr 44,9 mió.kr. í 2020 til 50,8 mió.kr. í 2022.

Úrlisitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt Ebidta, sum vísur tað primera rakstrarlønsemið, minkaði úr 24,4 mió.kr. í 2020 til 19,6 mió.kr. Minkingin var 20 prosent.

Ársúrslitið var eitt avlop á 14 mió.kr., sammett við 17,3 mió.kr. í 2020. Men sammett við undanfarin ár er úrslitið í 2021 framvegis gott.

Felagið hevði tó fíggjarligar inntøkur í 2021 frá sínum dótturfeløgum uttanlands á 5,5 mió.kr. sum tí ávirkar úrslitið hjá felagnum munandi í 2021.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist tí eitt avlop á 14,5 mió.kr., sammett við 15,6 mió.kr. í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 5,9 prosent.

Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá Formula P/F í 2021 var í alt 81,6 mió.kr., sammett við 85,4 mió.kr. í 2020.

Støðisognin øktist úr 16 mió.kr. í 2020 til 20,5 mió.kr. í 2021. Ogn í umferð fall hinvegin úr 69,4 mió.kr. í 2020 til 61,1 mió.kr. í 2021.

[object Object]

Eginpeningurin hjá Formula P/F var við ársenda 2021 samanlagt 33,3 mió.kr. sammett við 36 mió.kr. í 2020. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 40,8, sum má metast at verða gott.

Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin er 44,9 mió.kr.

Gjaldførið hjá Formula P/F er somuleiðis gott í 2021. Gjaldførislutfallið var 136,1 prosent í 2021 har tað í 2020 var 145,7 prosent. Tøkur peningur á bók var við ársenda 2021 í alt 24,4 mió.kr.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 14 mió.kr. av sum vinningsbýti til eigararnar.

Høvuðspartaeigarar hjá Formula P/F er P/F Seiggi, sum umleið 70 starvsfólk eiga. Harumframt er Føroya Tele, sum var høvuðseigarin áðrenn 2018, framvegis partaeigari.

Stjórar í Formula P/F er Fróði Magnusen og Árni Arge. Nevndarformaður er Niels Winther Poulsen, advokatur.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder