Innanlands

Formula sett KT-trygdarleiðara

Kristian Vágsheyg Kruse skal tryggja, at kundar hjá Formula framhaldandi eru vardir móti vaksandi hóttanum frá cyberálopum og ótryggum netumhvørvi

2024-09-19 11:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kristian Vágsheyg Kruse er settur í starv sum KT-trygdarleiðari hjá Formula. Hetta er enn ein liður í eini menningartilgongd, har KT-trygdøkið er umskipað, og vendir sær nú meira til kundar. 

Talgilding hevur gjørt stór framstig í Føroyum seinnu árini, og bæði almennir stovnar og privatar fyritøkur hava tikið í størsta álvara at menna sítt KT-infrakervi fyri m.a. at tryggja framhaldandi menning, ein størri effektivitet og færri útreiðslur. Hóast menningin hevur stórar fyrimunir, hevur hon eisini skapt ein øktan tørv á betri KT-trygd. Serliga hesi seinnu árini hava vit sæð eina vaksandi hóttan frá m.a. cyberálopum, sum hava sett trýst á vinnu og almennar stovnar. 

Formula, sum er Føroya størsti KT-veitari, hevur altíð lagt stóran dent á at veita tænastur, sum tryggja dygd og álit. Í eini tilgongd at styrkja KT-trygdina hjá kundum sínum, hevur fyritøkan sett Kristian Vágsheyg Kruse í starv sum KT-trygdarleiðara. Hann kemur við drúgvum royndum innan KT-trygd, bæði her heima og uttanlands, og fer hann at menna hettar týdningarmikla økið.

Nýggja deildin fer at veita ráðgeving og stuðul til kundar í mun til KT-trygd, eitt øki, sum gerst alt meira avgerandi fyri virkisførið hjá fyritøkum og stovnum. Kristian fer at arbeiða fram ímóti at skapa loysnir, sum m.a. tryggja, at kundar hjá Formula framhaldandi eru vardir móti vaksandi hóttanum frá cyberálopum og ótryggum netumhvørvi.

- Eg gleði meg til at taka hetta týdningarmikla stig saman við Formula, og at hjálpa okkara kundum at tryggja teirra virkisføri í einum alsamt meira talgildum heimi, sigur Kristian Vágsheyg Kruse, nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Formula. 

- Ein av størstu avbjóðingunum er at umseta formellar fyrisitingarligar trygdarætlanir til veruliga tøkniliga trygd, har kostnaður og nytta eru í javnvág, og har kundin hevur fult tamarhald á tilgongdini. Við hesum tiltaki tekur Formula eitt stig, sum stuðlar kundanum í at náa hesum máli, sigur Fróði Magnussen forstjóri á Formula. 

Tíðindaskriv frá Formula


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder