Innanlands

Føroya Arbeiðsgevarafelag: Hámarkið fyri útgjaldi úr barsilsskipanini eigur at hækka

Seinastu 18 árini, síðan hámarkið fyri útgjaldið var lækkað, eru lønirnar hækkaðar munandi, og er tíðin eisini komin at hækka hámarkið í barsislsskipanini, heldur felagið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-29 18:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hámarkið fyri mánaðarligt útgjald úr Barsilsskipanini varð í 2004 lækkað til 25.000 krónur, og nú, 18 ár seinni, er tað framvegis 25.000 krónur, umframt eftirløn.

Seinastu 18 árini eru lønirnar i Føroyum hækkaðar munandi, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at tíðin er komin at hækka hámarkið í barsilsskipanini munandi.

Tað er rímuligt at gjaldið varð hækkað, so tað í størri mun svaraði til lønarlagið í samfelagnum sum heild. Broytingin í hámarkinum kann t.d. fíggjast við at stytta tíðina við útgjaldi úr barsilsskipanini nakað, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Eitt ov lágt hámark hevur eisini óynsktar avleiðingar fyri javnstøðuna, heldur felagið.

– Tað er ein sannroynd, at kvinnurnar taka nógv tann størsta partin av barslinum, meðan menninir sum heild taka ein heilt lítlan part. Kvinnurnar eru sostatt í nógv størri mun enn menninir burtur frá arbeiðsmarknaðinum í einum tíðarskeiði, har grundarlagið fyri yrkisleiðina verður lagt. Og so hvørt sum barsilstíðarskeiðið hesi seinastu árini er longt, so tað nú er eitt ár fyri hvørt barn, gerst hesin ójavnin meira týðandi fyri arbeiðslívið og lønarlagið.

– Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at ein partur av frágreiðingini uppá, at menn taka so lítlan part av barslinum er, at hámarkið fyri útgjald úr barsilsskipanini er ov lágt, skrivar Føroya Arbeiðarafelag sambært Vinnuhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder