Innanlands

Føroya Arena kann byggjast fyri 180 milliónir

- Upp á 15 mánaðir ber til at gera eina stórhøll í Hoyvík, sum lýkir øll altjóða krøv og fær hýst okkara heimadystum í hondbólti, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur

2020-09-19 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Við fyrimynd í norskari stórhøll kunnu vit upp á 15 mánaðir fáa gjørt eina stórhøll í Hoyvík, ið lýkur øll altjóða krøv og fær hýst øllum okkara heimadystum í hondbólti, umframt givið okkum stór heimsnøvn á tónleikapalli undir taki.

Tað skrivar Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, í lesarabrævi í dag, har hann eisini hevur viðheft mynd, sum vísir hvussu høllin kann síggja út.

- Ein stórhøll í Hoyvík, ið vit kunnu kalla Føroya Arena, kann loysa allar okkara trupulleikar við hóskandi og góðkendum kørmum, og tað kann enntá gerast bíligari, enn higartil hevur verið frammi. Tá eg sigi bíligari, so meini eg avgjørt ikki verri, tí fyri minni enn 200 milliónir krónur fáa vit eina stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv.

- Staðsetingin í Hoyvík verður sentral, so lætt er at koma til og frá, tí hugsanin er, at Føroya Arena skal vera beint við rundkoyringina ovast á Løgmannabreyt, upp at innkomuvegnum til Havnina, ið er alneyðugur at fáa gjørdan beinanvegin. Sostatt er ómaksleyst hjá fólki úr øllum landinum at koma til tiltøk, eins og skjótt er at koyra úr Havnini og niðan. Ætlanin fevnir um hópin av parkeringsplássum, so pláss verður fyri øllum.

Tróndur Sigurðsson sigur, at talan er um eina ítøkiliga ætlan, ið komandi býráð eigur at gera sítt til at fáa framt í verki.

Les alt lesarabrævið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder