7. juni lækkaði danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum eftir at evropeiski miðbankin boðaði frá fyrstu rentulækkingini í fimm ár.
Betri Banki hevur eisini boðað frá rentulækkingum, sum koma í gildi 16. juli, og nú hava tveir føroyskir peningastovnar afturat boðað frá, at teir fara at lækka rentuna.
Hjá Suðuroyar Sparikassa koma hesar broytingar í gildi fyri privat- og vinnukundar 1. august:
• Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,25 prosentstigum.
• Allar rentur á bundnu kontunum, so sum eftirlønarkontu, 18 mðr., samansparingarkontu, barna- og ungdómskonti, verða óbroyttar,
• Renturnar á teimum óbundnu kontunum lækka við 0,25 prosentstigum.
Føroya Banki boðar frá hesum broytingum, sum koma í gildi fyri privat- og vinnukundar 25. juli:
- Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,25 prosentstigum.
- Allar rentur á bundnu kontunum, so sum eftirlønarkontum og 12 mðr. samansparingskontu, verða óbroyttar, og hetta merkir sostatt, at tað framhaldandi fer at bera til at fáa góða rentu fyri sínar innistandandi pengar.
- Renturnar á teimum óbundnu kontunum lækka við 0,25 prosentstigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald