Innanlands

Føroya Banki og Tryggingarfelagið LÍV í samstarv

Bankin bjóðar nú persónstryggingar í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV

Turið F. Arge, stjóri í Føroya Banka, Jan Jakobsen, stjóri í LÍV og Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd

Turið F. Arge, stjóri í Føroya Banka, Jan Jakobsen, stjóri í LÍV og Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd

2024-06-10 10:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Banki fer nú at bjóða kundum persónstryggingar í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV. Bankin hevur fyrr samstarvað við LÍV, og fer nú at taka samstarvið upp aftur, skrivar bankin í tíðindaskrivi í dag.

- Vit varðveita sama kappingarføra prísstøðið og somu dygdina, vit áður hava havt, men nú við einum føroyskum veitara.

Samstarvið við LÍV ger tað møguligt at arbeiða við at menna og knýta í felags føroyskar sjálvgreiðsluloysnir í framtíðini. Samskiftið verður eisini á føroyskum, tá tað kemur til persónsstryggingar, t.e. lívstryggingar og óarbeiðsføristryggingar.

- Vit eru glað fyri samstarvið við LÍV, tí tað hevur nakrar fyrimunir við sær bæði fyri kundarnar og fyri okkum at hava ein føroyskan samstarvspartnara. Verandi kundar merkja einki stríð av broytingini, men fara sjálvandi eisini at fáa ágóðan av nýggja samstarvinum, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Bank

Ein fyrimunur er eisini, at tað fer at bera til hjá kundum at síggja allar sínar persónstryggingar saman við møguligum øðrum tryggingum, tey hava í LÍV, beinleiðis á kundaportalinum MíttLÍV.

- Vit í LÍV fegnast um at bjóða viðskiftafólkunum hjá Føroya Banka tær tryggingar og tænastur, sum felagið bjóðar okkara viðskiftafólkum. Vit vilja somuleiðis bjóða Føroya Banka hjartaliga vælafturkomnum til LÍV, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder