2023-08-19 12:00

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at innbrot hevði verið hjá Føroya Bjór í Havn.
Løgreglan fekk fráboðanina beint aftaná klokkan 22, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki veit at siga, hvat varð stolið men leggur afturat, at ein rútur var brotin.
Løgreglan hevur gjørt kanningar harúti, og málið verður kannað víðari í dag, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald