2021-02-04 14:43

Í november kom føroyskt whiskey fyri fyrstu á marknaðin, og tað var skjótt, at útselt var. Einar's Distillery Single Malt Whisky fekk eisini góð ummæli.
Í morgin er aftur møguleiki at ognað sær eina Single Malt Whisky fløsku frá Einar's Distillery. Tað skrivar Norðlýsið.
664 fløskur til keyps í Rúsunum kring Føroyar. Tær eru eitt sindur øðrvísi enn fyrsta sendingin.
50 cl eru í, styrkin er 51 prosent, og ein slík fløska kostar beint undir 1.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald