Innanlands

Føroya Bjór við nýggjari burðardyggari kós

Nú er spildurnýggj tøkni komin, har møguleiki er at endurvinna CO2 frá bjór framleiðsluni, sum verður endurnýtt til sodavatn

2022-01-07 12:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Burðardygd hevur verið ein nátúrligur partur av DNA´num hjá Føroya Bjór síðani 1888  – Vit ansa altíð eftir at minimera alt spill í framleiðsluni, við endurnýtslu av fløskum, íløtum vm.

Tí er tað ikki nýtt fyri okkum, at arbeiða við heimsmálunum og burðardygd - vit stremba allatíðina eftir at blíva betur á hesum økinum. 

Nýggj tøkni
Nú er spildurnýggj tøkni komin, har møguleiki er at endurvinna CO2 frá bjór framleiðsluni, sum verður endurnýtt til sodavatn.

Føroya Bjór undirskrivaði í desembur 2021 eina avtalu um eitt anlegg av hesum slag, ið longu er installerað á Ørbæk og Svaneke Bryghus á Bornholm.

Stuttflutt sodavatn og bjór
Nýggja tøknin ger, at nærum onki CO2 frá bjórframleiðsluni fer út í atmosferuna framyvir. Hettar verður alt endurvunnið og brúkt til sodavatnsframleiðsluna.

Við nýggju tøknini spara vit náttúruna og umhvørvið fyri CO2.

Frá bryggjaríinum verður sagt, at hettar er ein tøknilig grøn menning, ið vit í nógv ár hava eftirlýst.

Hetta er ein partur av tí burðardyggu kós, ið vit hava sett okkum komandi árini, siga tey á Føroya Bjór.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder