Ólavsøkubløðini verða tey seinastu bløðini, sum verða prentað á Føroya einastu prentsmiðju við rotasjónspressu at prenta avísir við.
Norðlýsi veit í dag at siga, at leiðslan í Pf. Prentmiðstøðin hevur gjørt av at støðga virkseminum.
“Norðlýsið hevur fingið uppspurt í morgun, at Prentmiðstøðin snarar lykilin á Ólavsøku. Raksturin gevur hall og tískil verður hetta stig tikið. Starvfólkini eru kunnaði í morgun, siga tey frá Prentmiðstøðini í morgun”, skrivar Norðlýsið á netinum.
Núverandi eigarar av Pf. Prentmiðstøðini eru Pf. 2, eitt felag hjá Nema, og Spf. Sosialurin. Jon Hestoy er stjóri í felagnum. Nevndarlimirnir eru Árni Tór Rasmussen, John Petersen og Jonhard Hammer.
Føstu kundarnir hjá fyritøkuni eru bløðini Sosialurin, Dimmalætting og Norðlýsi.
Seinastu fimm árini hevur upplagið hjá bløðunum verið so at siga støðugt, men útgávutalið hevur verið minkandi. Almennu upplagstølini hjá Hagstovuni siga, at í 2016 var upplagið 12.000 eintøk tilsamans – nýggjasta upplagstalið, tað er fyri 2020, sigur 11.900 eintøk. Í 2010 var upplagið 26.400.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald