2020-06-28 13:16
Leygardagin 6. juni var ársaðalfundur hjá felagnum Føroya Ellisakfør, sum er felagið teirra, ið hava áhuga fyri ellisakførum í Føroyum.
Á skránni var m.a. val av nevnd, har fimm av nevndarlimunum ikki tóku við afturvali.
Nývalda nevndin hevur nú skipað seg. Í nevndini eru:
Oliver Andreasen, formaður.
Jóan Pauli Jespersen, næstformaður.
Julian Grønbæk, peningarøkil.
Jógvan Hanus Joensen, skrivari og umsjónarmaður við Brunninum.
Thorsten M Jensen, samskipari.
Odmar Kruse, eykalimur.
Birgir Johannesen, eykalimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald