Innanlands

Føroya Handverkarafelag havt aðalfund

Nýggj avtalað við LÍV undirskrivað, og avgerð tikin um at siga allar sáttmálarnar upp

2022-05-24 08:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Undanfarna vikuskiftið hevði Føroya Handverkarafelag aðalfund í Havn.

Undirtøkan var góð, og formaðurin, Suni Simonsen, greiddi frá hvat var hent seinasta árið. Felagið hevur m.a. fingið nýggja heimasíðu, ið enn betri kunnar limir felagsins um m.a. sáttmálar, setanarskriv, lønartalvur, tryggingar, tíðindi osfr. Á heimasíðuni, www.fhf.fo, ber eisini til hjá limum felagsins at bíleggja sær ókeypis jakkar, sum nevndin hevur avgjørt at keypa til limirnar.

Formaðurin nevndi eisini rentuna ið verður tilskrivað gjøgnum avtaluna við LÍV.

Limir sum hava 10 ár ella meira eftir á arbeiðsmarknaðinum, fingu í fjør 9,78 prosen t í avkasti. Tey sum høvdu 8 ár eftir fingu 9,7 prosent í avkasti. 5 ár, 6,7 prosent. Og tey sum hava undir 2 ár til tey blíva pensionerað, fingu 2,42 prosent í avkasti. Nevndin frøist um góðu rentuna, ið verður tilskrivað limum felagsins.

Eisini er nýggj avtala undirskrivað við LÍV. Nýtt í avtaluni er, at við varandi óarbeiðsføri fáa limir eina veiting á 200.000 krónur við einari niðurtrapping við varandi arbeiðsóføri. Nýggja avtalan kom í gildi í januar í ár.

Nýggja avtalan kemur aftur at fyrrverandi avtaluni, ið m.a. tryggjar limum hjá felagnum við deyða, ávísar hættisligar sjúkur hjá sær sjálvum ella hjúnarfelaga/sambúgva ella børnum undir 18 ár, inngjaldstrygging og hoyritól. Harafturat fáa allir limir sum hava tryggingar hjá Trygd serligan frádrátt.

Ársaðalfundurin avgjørdi harumframt á fundinum, at siga allar sáttmálarnar upp.

Forvitnisligar framløgur vóru á fundinum frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Yrkisdeplinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder