Kappingarráðið hevur á fundi 26. februar avgerð um, at Føroya Handverksmeistarafelag hevur framt brot á kappingarlógini við at noktað sínum limum at bjóða upp á útboðið av svimjihøllini hjá Runavíkar kommunu. Tað boðar Kappingarráðið frá á heimasíðu síni í dag.
Formaðurin í Kappingarráðnum, Heri Joensen, sigur:
“Føroya Handverksmeistarafelag hevur fleiri ferðir roynt at fáa Runavíkar kommunu at broyta útboðshátt, og hevur tískil avlagað kappingina.
Somuleiðis hevur Føroya Handverkmeistarafelag avmarkað kappingina við at nokta undangóðkendu fyritøkunum, Articon, Búsetur og M T Højgaard at bjóða upp á svimjihøllina."
Málið snýr seg um, at Runavíkar kommuna ynskti at fáa tilboð frá trimum undangóðkendum fyritøkum, ið vóru Pf. Articon, Spf. Búsetur og Pf. M T Højgaard uppá byggiverkætlanina av nýggjari svimjihøll í Runavík.
Føroya Handverksmeistarafelag vendi sær fleiri ferðir til Runavíkar kommunu fyri at fáa Runavíkar kommunu at broyta útboðshátt og útboðstilfar. Men tá ið hesar broytingar ikki vóru mettar nøktandi, noktaði Føroya Handverksmeistarafelag limum sínum, Articon, Búsetur og M T Højgaard, bæði tann 8. desembur 2020 og aftur tann 8. novembur 2021, at bjóða uppá svimjihøllina í Runavík.
Við at nokta limum sínum at bjóða uppá útboðið hjá Runavíkar kommunu, hevur Føroya Handverksmeistarafelag samskipað atferðina hjá limum felagsins, og samskipað eitt felags boykott av útboðnum hjá Runavíkar kommunu. Kappingareftirlitið metir tí, at Føroya Handverksmeistarafelagið hevur brotið ásetingina í § 6, stk. 1 sbrt. § 6, stk. 3 í kappingarlógini.
Kappingareftirlitið metir eisini, at Pf. Articon, Spf. Búsetur og Pf. MT Højgaard hava brotið ásetingina í § 6, stk. 1 í kappingarlógini, tá ið feløgini tann 8. november 2021 fylgdu boðum frá Føroya Handverksmeistarafelag, og saman boykottaðu útboðið við at ikki lata boð inn til útboðið av svimjihøll hjá Runavíkar kommunu
Avgerðin frá Kappingarráðnum sæst her.
Runavíkar kommuna undirskrivaði 27. oktober 2022 avtalu við byggifelagið Kanjon um at byggja svimjihøllina. Høllin verður væntandi liðug á vári 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald