Innanlands

Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum

Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina frá 26. februar um, at Føroya Handverksmeistarafelag, Articon, Búsetur og MT Højgaard hava framt brot á kappingarlógina við at samskipa kollektivt boykott av útboðnum hjá Runavíkar kommunu av svimjihøll

(Savnsmynd: Runavíkar kommuna)

(Savnsmynd: Runavíkar kommuna)

2024-05-25 12:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kappingarráðið tók á fundi tann 26. februar 2024 avgerð um, at Føroya Handverksmeistarafelag (FHMF), P/f Articon, P/f Búsetur og P/f MT Højgaard høvdu framt brot á §6, stk. 1 í kappingarlógini.

FHMF og fyritøkurnar samskipaðu kollektivt boykott av útboðnum hjá Runavíkar kommunu av svimjihøll. Avleiðingin av boykottinum varð, at eingi boð vóru latin inn.

Í sambandi við avgerðina gav Kappingarráðið boð um, at §8 í viðtøkunum hjá FHMF skuldi strikast ella umorðast. Ásetingin sigur, at limir skulu ikki mótarbeiða felagnum, og í heilt grovum føri kann limur verða koyrdur úr felagnum.

Føroya Kærustovnur hevur tann 1. mai staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum um, at brot er framt á §6, men metti tó, at tað er ikki proportionalt ella neyðugt at strika ella umorða §8 í viðtøkunum fyri FHMF.

Terje Sigurðsson, deildarstjórin á Kappingareftirlitinum, sigur um avgerðina:

– Kollektivt boykott er víðgongd kappingaravmarking, og talan er um eina framferð, sum er greitt brot á §6, stk. 1 í kappingarlógini.

– FHMF og fyritøkurnar hava víst á, at útbjóðingartilfarið var ikki nøktandi. Men kappingarmyndugleikin varar ikki av útbjóðingarlógini, og tekur ikki støðu til, hvørt útbjóðingartilfarið lýkur ella brýtur útbjóðingarlógina.

– Er ivamál um útbjóðingarlóg ella ABF06 eru hildin, eiga partar at nýta ásetingarnar í hesum reglum heldur enn at fremja kollektivt boykott.

– Kappingarmyndugleikin umsitur kappingarlógina, og sambært kappingarlógini skulu fyritøkur virka óheftar av hvørjari aðrari og skulu ikki skipa framferð sínamillum.

FHMF og fyritøkurnar hava møguleika at leggja úrskurðin hjá Føroya Kærustovni fyri Føroya rætt. Hetta skal gerast í seinasta lagi 8 vikur eftir, at tey hava fingið úrskurðin.

Kappingareftirlitið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder