Mentan

Føroya mest forkunnuga whiskysmakking nakrantíð

Allar sjey fløskurnar av Einar’s whisky verða royndar fríggjakvøldið. Tað verður fyrstu og einastu ferð, at hetta verður møguligt

(Mynd: Ronnie Thomassen)

(Mynd: Ronnie Thomassen)

2022-03-01 17:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjakvøldið tann 4. mars kann tú sleppa at royna tað, sum flestu whiskyáhugaðu føroyingar higartil bara hava droymt um. Tá bjóðar EinMalt til eina smakking bara við Einar’s whisky, har vit skulu royna allar tær sjey fløskurnar, sum higartil eru komnar frá Føroya Bjór. 

- Hetta er bæði fyrstu ferð og einasta ferð, at ein slík smakking kann gerast, tí tað er púra ógjørligt at fáa fatur á fløskunum einaferð enn, um man altso ikki megnar at rinda tað sum eitt meðalstórt nótaskip kostar at byggja, siga teir frá EinMalt.

Í hesum tíðum, har fløskurnar vera skræddar vekk uppá onga tíð og tær flestu verða seldar víðari til okursprís sama dag, er hetta ein góður møguleiki at sleppa at smakka allar útgávurnar uttan at skula seta sær á samlingina. 

- Hetta er samstundis einasta høvið hjá teimum sum onga fløsku hava fingið, at smakka tær allar. Alt hetta kann fáast til ein prís, sum er undir tað ein einstøk Einar’s whisky kostar í Rúsuni.

Ein Einar´s smakking kann sjálvandi bara haldast á heimavølli, so smakkingin verður í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, sigur EinMalt. Meira kunning fæst at vita á Facebokkvanganum hjá EinMalt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder