Maðurin, sum síðan seint í oktober hevur sitið varðhaldsfongslaður fyri at hava framt ógvusligan harðskap móti einum smábarni verður møguliga leyslatin í morgin. Kvinnan, sum eisini er skuldsett í málinum, varð leyslatin fyri tveimum vikum síðani.
Í dag var rættarfundur, har ákæruvaldið heitti á dómaran um at leingja varðhaldsfongslingina meðan løgreglan arbeiðir við at kanna málið.
Men Føroya Rættur metti ikki, at tað longur er grundarlag fyri at hava mannin sitandi í varðhaldi, og avgjørdi tí at leyslata mannin.
Ákæruvaldið hevur kært hesa avgerðina til Landsrættin, sum væntandi viðgerð kæruna í morgin, upplýsir Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.
Fær Føroya rættur viðhald í landsrættinum, kann maðurin verða leyslatin í morgin.
Upprunaliga var hetta málið viðgjørt í rættinum fyri dupult afturlatnum hurðum.
Talan er um ein mann og eina kvinnu, sum eru skuldsett eftir strangastu harðskapsgrein í revsilógini, grein 246, fyri at hava gjørt seg inn á eitt lítið barn. Verður ein dømdur sekur sambært hesi greinini, er møguligt at fongsla ákærda upp í 10 ár.
Fólkini vórðu bæði varðhaldsfongslað seint í oktober, og síðan er varðhaldsfongslingin longd fleiri feðir. Upprunaliga sat kvinnan í varðhaldinum í Mjørkadali, meðan maðurin varð sendur til Danmarkar at sita, tí umstøður er ikki at hava tvey fólk í sama máli sitandi í Mjørkadali.
Fyri 14 døgum síðani avgjørdi fyrst Føroya rættur og síðan Landsrætturin at leyslata kvinnuna, og eftir tað kundi maðurin koma til Føroya og í Mjørkadal at sita.
Løgreglan hevur alla tíðina heitt á at leingja fongslingina sambært grein 787,1 stk. 3 í rættargangslógini, tí mett hevur verið, at tey skuldsettu kunnu órógva kanningararbeiðið og ávirka møgulig vitni í málinum.
Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at løgreglan nú er komin so mikið langt við kanningararbeiðinum, at mett verður at tilfarið er klárt um tvær vikur at handa ákæruvaldinum til at orða eitt møguligt ákærurit.
Tó skal sigast, at talan er um at fáa eina mentalkanning gjørda, og óvist er hvussu leingi tað tekur – vanliga verður roknað við seks vikum í slíkum føri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald