Nevndin í felagnum Føroysk Træseglskip hevur tikið avgerð um ikki at sigla Føroya Regatta næsta ár.
- Orsøkin er, at vit kenna á okkum, at Føroya Regatta hevur verið so mikið ofta, at vit eiga at steðga á nøkur ár. Áhugin at sigla Føroya Regatta er heldur ikki tann sami, sum í fyrstani, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Men hóast hetta, ætla tey ikki "at leggja árarnar inn", verður sagt.
- Vit halda, at træskipaflotin eigur at sigla hagar, hann ger mun ella sæst í einum tiltaki, ið gagnar/stimbrar eitt tiltak, har vit seta dám á. Vit hugsa um oyggja- bygdastevnu, fiskikapping, festival, hugnaløtu á bryggju og annað. Her vilja vit fegnir hava hugskot frá øllum, ið varða av gamla træskipaflotanum, og frá fólki, ið standa fyri tiltøkum kring landið.
- Bátafelagið “Knúkur” setti seg í samband við okkum, tí tey hildu, at eitt gott tiltak fyri tey og okkum vildi verði at skipa fyri hugnaløtu á bryggjuni í Leirvík, fríggjakvøldið fyri Føroya Sjómannadag. Hesum tóku vit undir við, hóast skotbráið var stutt. Næsta ár ætla tey Leirvík at fyrireika hugnaløtuna í góðari tíð, og skipa fyri søvn og annað, ið verður partur av hugnaløtuni. Tað eru millum onnur fólkslig tiltøk sum hesi, vit í nevndini halda, gamli træskipaflotin skal vera partur av.
Nevndin ásannar eisini, at tað ikki stendur ov væl til viðvíkjandi inntøkum til flótandi træskipaflotan.
- Føroya Løgting letur stuðul, og hesin kemur væl við, men røkkur ikki langt. Flotin er kostnaðarmikil at reka. Skip og bátar eru 100 ár og meira. Sum vit vita, krevjast stórar ábøtur á hvørjum ári.
Men tá nýggja Løgtingið hevur skipað seg, ætla tey at gera eina roynd at fáa meira í løgtingsstuðul.
- Eitt má Føroya fólk gera sær greitt og tað er, at vit hava nakrar dýrgripir, sum so gott sum øll her á landi og fleiri í okkara grannalondum halda, vit skulu varðveita. Sum vit vita, er eitt álit til løgtingslóg um varðveitslu av siglandi træskipum. Her verður m.a. víst á, at árligi miðal kostnaðurin fyri at halda og reka gamla træskipaflotan er áleið 2 mió. kr., tá er virðið av arbeiði, eldsálir fremja, ikki roknað uppí.
Eisini heldur felagið, at kommunurnar áttu at stuðlað.
- Vit halda, at kommunurnar eisini eiga at vísa vilja at halda flotan í góðum standi. Vit ætla tí at fáa í lag fund við Kommunufelagið um støðuna hjá flotanum, og fáa kommunur at síggja sama álvara í at varðveita gamalt træskip, og vísa sama vilja sum Tórshavnar kommuna, ið letur 20 kr. fyri hvønn borgara til Westward Ho. Høvdu kommunur tikið stig til at stuðla skip ella bát í teirra øki, hevði hetta komið væl við og stimbra hugin hjá okkum, sum dagliga eru um flotan, uttan at fáa samsýning av nøkrum slag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald