2019-09-25 16:05
Í morgin klokkan 9 letur Miklagarður upp í nýggjum hami. Hetta verður ein handil, við heilt øðrvísi keypsupplivingum, enn vit áður hava sæð í Føroyum.
Úrvalið verður enn størri og serligur dentur verður lagdur á, at vøran skal vera so nýggj og fesk sum gjørligt, sigur SMS í tíðindaskrivi í dag.
Miklagarður hevur nú verið stongdur í 4 vikur, og í meðan hava stórar umvælingar verið í gongd við at gera handilin um og kláran til fleiri og nýggjar vørur.
Miklagarður verður eitt sokallað matmekka, har føroyingar fara at fáa so at siga alt teimum tørva á einum stað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald