Innanlands

Føroya Symfoniorkestur fer at hava fleiri konsertir í Løkshøll

Avtala er gjørd við Runavíkar kommunu um, at konsertir vera í ár, í 2026 og í 2027

Í vikuskiftinum skrivaðu Tórbjørn Jacobsen og Hans Petur í Brekkunum undir samstarvsavtalu millum Runavíkar kommunu og Føroya Symfoniorkestur

Í vikuskiftinum skrivaðu Tórbjørn Jacobsen og Hans Petur í Brekkunum undir samstarvsavtalu millum Runavíkar kommunu og Føroya Symfoniorkestur

2025-02-11 11:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum skrivaðu Tórbjørn Jacobsen og Hans Petur í Brekkunum undir samstarvsavtalu millum Runavíkar kommunu og Føroya Symfoniorkestur.

Avtalan er galdandi fyri tey næstu trý árini og inniber, at orkestrið fer at hava konsert í Runavík í 2025, 2026 og í 2027. Avtalan er galdandi til 31. desember 2027.

Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Fyri Runavíkar kommunu er høvuðsendamálið við avtaluni, at man regluliga kann bjóða sínum borgarum klassiskan tónleik á hægsta stigi.

Við hesum fær FSO eisini møguleikan at spæla í Løkshøll, sum eisini er ein liður í ætlanini hjá orkestrinum at fara kring um landið at spæla.

Tá Løkshøll varð bygd, varð atlit tikið til, at hon skuldi kunna hýsa symfoniorkestrinum, skrivar runavik.fo.

Tá avgerð er tikin um, nær ið konsertin verður í ár, frættist um hetta í góðari tíð frammanundan inni á heimasíðuni www.loksholl.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder