- Nú avtalan er undirskrivað, er Føroya Symfoniorkestur lagt í eina trygga legu, sum ikki er tongd at ávísum persónum, men einum bindandi sáttmála millum fleiri ymsar aktørar. Hetta er ein gleðisdagur, staðfesti Poul Jákup Thomsen, sum hevur verið ímyndin av Symfoniorkestrinum í eitt mannaminni.
- Eg havi havt tvinni mál. Annað málið var at fáa 9. symfoni hjá Beethoven á skrá, tí tað er eitt torført stykki á sera høgum støði; og tað verður framført nú komandi vár. Hitt málið var at skipa symfoniorkestrið sum sjálvsognarstovn, og tað er hervið gjørt. Nú kann eg leggja frá mær við góðari samvitsku, segði Poul Jákup Thomsen við sínum eyðkenda breiða smíli.
Tey, ið stovnseta Føroya Symfoniorkestur, eru - umframt orkestrið - eisini Mentamálaráðið, Kringvarpið, Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna. Hesi stuðla antin beinleiðis ella óbeinleiðis við fígging, hølum, upptøkum ella líknandi.
Føroya Symfoniorkestur og hinir stovnararnir hava í longri tíð arbeitt við at umskipa bygnaðin fyri orkestrið. Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr orkestrinum og Mentamálaráðnum hevur hartil arbeitt við at gera nýggjar viðtøkur fyri felagið, sum nú skal vera ein sjálvsognarstovnur.
Og lagið var gott á fundinum, tá skjølini vórðu undirskrivað.
- Hetta er ein gleðisdagur, nú Føroya Symfoniorkestur er lagt í trygga legu. Tí Symfoniorkestrið hevur so sera stóran týdning fyri okkara ungu spírar. Vit hava helst ta bestu musikkskúlaskipanina í Norðurlondum. Hon er á sera høgum støði við konservatorieútbúnum lærarum, men hon er samstundis bílig fyri foreldrini. Og fyri børnini er dreymurin, at tey kanska ein dag sleppa at spæla við Symfoniorkestrinum uppi í Norðurlandahúsinum, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, var samd.
- Vit eru øll so errin av okkara symfoniorkestri, tá tit framføra hesar framúr góðu konsertirnar. Men vit mugu ikki gloyma alt tað stóra, dagliga arbeiðið, sum krevst, fyri at hetta skal bera til. Virksemið er blivið so umfatandi og professionelt nú, at tað má skipast eftir føstum kørmum.
Kringvarpsstjórin, Ivan Niclasen, og Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, fegnaðust somuleiðis hvør í sínum lagi um teirra leiklut við ávikavist sendingum og hølum, og Johannes Andreassen, sum var á fundi vegna tónleikararnar, gleddist um, at viðtøkurnar eru demokratiskar og geva tónleikarunum sjálvum ein ávísan ræðisrætt, hóast orkestrið nú skal hava eitt stýri.
Føroya Symfoniorkestur var stovnað 29. oktober 1983. Í sambandi við, at virksemið hjá orkestrinum er økt, er tørvurin á einum meir tíðarhóskandi og betri skipaðum bygnaði vaksin.
- Tá vit byrjaðu, høvdu vit eina vánaliga konsert um árið. Nú hava vit heili 26 konsertir árliga – og tær eru á sera høgum støði. Men við at skipa orkestrið á hendan hátt er fundamentið tryggjað, og tað letur upp fyri enn størri menning, sum helst fer at merkjast við tíðini, staðfesti Poul Jákup Thomsen, áðrenn hini takkaðu honum so hjartaliga fyri megnararbeiðið við orkestrinum seinastu 35 árini.
So skjótt stýrið er mannað verður fyrsta uppgávan at finna nýggjan stjóra fyri orkestrið, tí Poul Jákup Thomsen hevur takkað fyri seg. Stýrið skal annars hava yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum og rakstri, umframt tryggja, at orkestrið heldur á at mennast.
Yvirskipaða endamálið hjá Føroya Symfoniorkestrið er enn tað sama góða: at reka symfoniorkestur á høgum stigi og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki.
Tey skriva undir: Ivan Niclasen, stjóri á Kringvarpinum, Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Annika Olsen, borgarstjóri í Havn og Poul Jákup Thomsen, leiðari fyri Symfoniorkestrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald