Fleiri føroysk tónaskøld eru á skránni. Frumframførsla verður av verkinum ”Tónar úr innastu tøgnini” eftir Sunleif Rasmussen. Eivør framførir egin løg, har Marjun Syderbø Kjelnes hevur skrivað tekstin og Tróndur Bogason hevur útsett tónleikin fyri symfoniorkestur. Eisini syngur hon tveir sálmar.
Eftir steðgin framførir symfoniorkestrið 5. symfoni hjá Tjajkovskij. Symfoniin, ið er í fýra satsum, varð fyrstu ferð framførd í Mariinskij sjónleikarhúsinum í Sankta Pætursborg í 1888. Verkið verður mett, sum eitt av størstu verkunum, sum Tjajkovskij skrivaði.
Solistur
Solistur verður eingin minni enn okkara egna Eivør.
Eivør er bjartasta stjørnan í føroyska tónleikaheiminum, og hevur útgivið 10 fløgur í egnum navni. Hon hevur m.a. arbeitt saman við Ásgeir, John Grant, Einar Selvik (Wardruna) og Dan Heath (Lana Del Ray).
Í 2021 vann hon tónleikavirðisløn frá Norðurlandaráðnum, og sama ár fekk hon riddarakrossin frá danska kongshúsinum.
Eivør hevur eisini gjørt tónleikin til Netflix-røðina The Last Kingdom og hevur framført í sambandi við 10-ára heiðurssýning hjá Game Awards í The Hollywood Bowl í Los Angeles.
Bernhardur Wilkinson stjórnar Føroya symfoniorkestri til hesar heilt serligu og søguligu konsertirnar.
Konsertin í Lívdini er útseld, men enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertina í Keypmannahavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald