Sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin, Jákup Dahl Wardum, fer saman við Føroya Symfoniorkestri at siga søguna um Tubbinu.
Søgan snýr seg um eina tuba, sum spælir í orkestrinum. Tubina er troytt av at spæla somu tveir tónarnar, og at hon ongantíð sleppur at spæla eitt ordiligt lag.
Tubbina fer síðan á ævintýraferð, tí hon vil so fegin royna at spæla eitt lag. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt.
Ein almenn konsert verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 7. apríl, og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum 6. apríl. Umframt almennu konsertirnar verða níggju konsertir fyri barnagørðum og skúlum.
Atli K. Petersen hevur útsett tveir nýggjar føroyskar sangir fyri symfoniorkestur, og á skránni vera eisini onnur løg, sum tey flestu ivaleyst kenna væl.
Dirigentur verður Bernhardur Wilkinson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald