Innanlands

Føroya Tele byggir nýtt net við 5G

Í dag fór stóra og landsumfatandi arbeiðið at byggja nýtt farnet við 5G av bakkastokki. Masturin yviri við Strond í Havn varð tann fyrsta at fáa nýggju útgerðina – Arbeiðið komandi vikurnar fer at órógva fartelefondekningin í einum ella fleiri økjum í senn

(Mynd: Føroya Tele)

(Mynd: Føroya Tele)

2022-06-27 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í august 2021 varð hol sett á arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja 5G omaná.

Talan er um stórarbeiði, sum Ericsson og Føroya Tele gera í felag.

Komandi mánaðirnar verður nýggj útgerð sett upp á 187 ymiskum støðum runt landið, og harumframt verða 34 nýggjar mastrar settar upp, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.

Sambært Føroya Tele tendrar 5G eftir ætlan fyri øllum í senn um ársskiftið.

Arbeiðið komandi vikurnar fer at órógva fartelefondekningin í einum ella fleiri økjum í senn, men tá ið arbeiðið er liðugt, eru fleiri enn 382 sendistøðir til reiðar at geva føroyingum nýtt farnet við 5G.

Tíðarætlanin fyri arbeiðið sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder