Innanlands

Føroya Tele lækkar prísirnar

Føroya Tele lækkar nú prísin á einstøkum fartelefonhaldum á Ver, umframt at Ver-kundar fáa atgongd til eitt nýtt og størri hald

2019-10-25 12:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Fyri trimum árum síðani gjørdi Ver tað bíligari hjá húsarhaldum at hava fleiri fartelefonhald knýtt saman. Tá fingu kundar møguleika at knýta upp til heili 6 fartelefonhald saman og harvið spara pening. Nú kemur ein nýggj prísáseting, og hesaferð fer ágóðin til tey, ið hava 1 fartelefonhald”, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti, og leggur afturat, at fleiri túsund kundar fáa ágóðan av príslækkingini.

Prísurin á einstøku haldunum 6GB, 16GB og 26GB lækkar við ávikavist 50 krónum og 60 krónum um mánaðin. Samlaða mánaðargjaldið, sum húsarhaldini rinda fyri í dag, um tey hava fleiri hald knýtt saman, verður óbroytt.

Við Ver hevur Føroya Tele støðugt ment ein tænastupall, ið ger tað lætt og trygt hjá kundum at brúka sína fartelefon bæði í Føroyum og uttanlands.

Bíligasta haldið, sum er 0GB í dag, verður broytt til 1GB fyri sama prís sum áður, og í næstum legst eitt størri hald afturat verandi haldum. Nýggja haldið eitur 46GB.

Broytingarnar koma í gildi 1. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder