Innanlands

Føroya Tele: Nú riggar aftur uttanlands

Brekið, sum hevði við sær, at fleiri kundar, sum vóru staddir uttanlands høvdu trupulleikar við at brúka fartelefonina, varð rættað í morgun.

2019-09-10 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnukvøldið varð eitt álvarsomt brek staðfest á fartelefontænastunum hjá Føroya Tele uttanlands. Brekið hevði við sær, at fleiri kundar, sum vóru staddir uttanlands, upplivdu trupulleikar við at brúka fartelefonina.

Hetta brekið er nú rættað, og riggar alt nú aftur sum vanligt. Tað sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi.

- Tíðliga í morgun, týsmorgunin, varð brekið rættað, og tænasturnar rigga nú aftur sum vanligt. Arbeiðið at greina brekið hevur verið sera umfatandi, og arbeitt hevur verið uttan íhald saman við útlendskum veitarum og undirveitarum, síðani brekið varð staðfest.

Brekið var sera umfatandi og rakti millum annað eitt altjóða knútapunkt, har ið øll ferðsla hjá kundum uttanlands fer ígjøgnum. Fyri fleiri kundar hevði hetta við sær, at fartelefonirnar ikki kundu samskifta við útlendskar televeitarar, sum Føroya Tele hevur avtalur við. Tískil fekst ikki samband við nakað farnet, upplýsir Føroya Tele.

 - Fleiri av okkara kundum vórðu rakt av brekinum, og tað harmar okkum almikið, at hetta skuldi henda. Vit biðja um umbering. Nú er okkara arbeiði at tryggja, at tílíkt ikki endurtekur seg, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.

Um ein framvegis hevur trupulleikar, kann ein seta seg í samband við Føroya Tele umvegis telefon ella teldupost.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder