Mentan

Føroya Tele skipar fyri frálæru í Apple Parent Control

Apple Parent Control gevur foreldrum møguleika at stýra, hvat barnið kann taka niður á sítt Apple tól

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-11-21 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 22. november skipar Føroya Tele fyri frálæru í uppsetan av Apple foreldraumsiting, eisini nevnt Apple Parent Control. Tað skrivar Føroya Tele á heimasíðu sína.

Apple Parent Control gevur m.a. foreldrum møguleika at stýra, hvørjir appir barnið kann taka niður á sítt Apple tól.

Møguligt verður at læra, hvussu ein sum foreldur stovnar eitt Apple ID til børn undir 13 ár, og hvussu ein kann umsita kontuna á sínum egna Apple tóli.

Frálæran er ókeypis og verður í nýggju Telebúðini í Hoyvík í tveimum umførum, klokkan 16.30 og klokkan 17.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder